Innanlands

Góðar samrøður – ongi lyfti

Løgmaður vónar framvegis at fáa uttanríkispolitisku ynskini upp á pláss í hesum valskeiðinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-17 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað vóru nógv orð um góðan vilja um vinalag og samanhald. Men løgmaður fekk onki lyfti um fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum á samstarvsfundinum millum Danmark, Grønland og Føroyar í Tinganesi í dag.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa størri heimildir á nøkrum økjum. Tað er breið semja í Føroyum um, at vit eiga at fáa betri atgongd til nakrar millumtjóða og altjóða felagsskapir, segði løgmaður, og nevndi í hesum sambandi alheims handilsfelagsskapin WTO og Efta, hvørs lond hava lokkandi avtalur við ES.

[object Object]

Status quo er ikki ein møguleiki

- Eisini er eitt breitt ynski úr Føroyum um at fáa viðurkenning í altjóða olympisku nevndini, IOC, so at okkara ítróttafólk kunnu luttaka til olympisku leikirnar.

- Okkurt skal henda á hesum økjunum. Status quo er ikki ein møguleiki, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Men tá hann varð spurdur nærri inn til hvørji lyfti hann hevði fingið, og nær vit skulu rokna við, at nakað hendir á hesum økinum, gjørdist svarið ikki eins greitt.

Tað er vilji frá danskari síðu at tosa um tingini, og løgmaður vónar, at tey kunnu vera komin upp á pláss innan hetta løgtingsvalskeiðið er av. Tí roknar hann við, at fáa høvi at tosa við donsku stjórnina um hetta føroyska ynskið í næstum, men sum skilst, er ongin fundur avtalaður.

[object Object]

Ríkisfelagsskapurin er ikki statiskur

Eftir svarinum frá Mette Frederiksen at døma, so hevur hon ikki stundir til at føra samráðingar um hetta. Hon er fult upptikin av hóttandi trygdarpolitisku støðuni í heiminum.

Les eisini: Mette vil heldur bjarga vesturheiminum

Hon er tó heldur ikki avvísandi fyri føroysku ynskjunum.

- Sjálvandi skulu vit dagføra og nýmótansgera ríkisfelagsskapin – slíkt samstarv er ikki statiskt, sum annars brúkti tað nógva av tíðini til at tosa um trygdarpolitikk, nú danski verjuovastin eisini luttók á samstarvsfundinum. Grønland hevur verið undir órímiligum trýsti frá danskari síðu, og tað er av týdningi at styrkja um verjuna í Norðuratlantshavi, segði danski statsministarin.

Lovar íløgur til Grønlands

Annars lovaði Mette Frederiksen eisini, at danska stjórnin hevur sett sær fyri at gera íløgur í Grønlandi, sum kann føra tað grønlendska samfelagið fram á leið.

[object Object]

Upp á fyrispurning um tað er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevði sett gongd á henda vælviljan frá danskari síðu, vildi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, ikki svara upp á.

Men hann vísti á, at tað er av alstórum týdningi fyri Grønland, at neyðugar íløgur verða gjørdar til tess at lyfta grønlendska samfelagið.

- Um vit skulu kenna okkum vird, má Danmark eisini koma við íløgum, so Grønland kann menna seg og fáa eitt sterkari grundstøði at standa á og við størri sosialari ábyrgd, segði Jens-Frederik Nielsen.

Viðvíkjandi íløgum í Føroyum nevndi Mette Frederiksen ætlaða fongslið, sum í næstum skal byggjast við Áir, og nevndi annars, at tað mest er á rættarmálsøkinum og ikki minst á trygdar- og verjuøkinum, at íløgur verða gjørdar. 

Myndir: Sverri Egholm


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder