Innanlands

Fylla sær kaggarnar á Sandi

Skorið var upp á havnalagnum seinnapartin

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2025-09-14 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sands kommuna var ein av teimum kommunum, sum fekk lut í stóru grindini, sum varð hildin til í Fuglafirði leygarkvøldið.

Skorið varð upp seinnapartin, og væl av fólki var møtt upp. Hýrurin var góður, nú fólk aftur kunnu fylla sær kaggarnar og skera lykkjur.

285 hvalir vórðu dripnir í grindini í gjár. Umframt drápspartar eru heimapartar býttir kring landið.

Les eisini: Eingin grind til Eysturkommunu

Les eisini: Tórshavnar kommuna: Mett verður at kommunan hevur nóg mikið av grind

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder