2025-09-14 12:39

Fleiri kommunur fáa burturav stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði í gjár, men ikki høvuðsstaðarkommunan.
Jacob Vestergaard, sýslumaður segði við Portalin fyrrapartin, at kommunur í Eysturoynni og Sandoynni hava tikið ímóti grind. Men sambært VP fáa borgarar í Tórshavnar kommunu ikki grind, tí kommunan er ikki áhugað.
285 hvalir løgdu beinini í Fuglafirði í gjár.
Les eisini: Seðlarnir koma út klokkan 13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald