
Grindin sum varð funnin í Djúpunum seinnapartin varð seinnapartin og í kvøld hildin til á sandinum í Fuglafirði.
Drápið tók eina løtu, tí grindin gjørdi ikki landgongd. Eisini ætlaði man at reka nakað av henni út aftur, men tað eydnaðist ikki, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Tað mundi vera væl meira enn ein tími frá drápið byrjaði til alt var dripið.
Grindin gjørdist nakað væl størri enn roknað var við. Hon varð mett til 60-70 hvalir, men ein leys teljing eftir myndum at døma vísir, at talið er nærri 150 ella meira.
Sýslumaðurin vildi ikki seta nakað tal á, tá vit tosaðu við hann fyri løtu síðani. Nú verður farið undir at merkja, og síðan skal støða takast til, hvussu grindin skal býtast.
Tá tað nú gjørdist talan um eina hampiliga stóra grind, er møguleiki fyri at ein partur verður skiftur í heimapartar í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald