Innanlands

Frítíðarskúlin í Kollafirði reistur

Eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-04 16:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin var reisigildi í nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði.

Umstøðurnar hjá frítíðarskúlanum hava leingi verið alt annað enn nøktandi, men nú kunnu kollfirðingar gleða seg til at fáa ein spildurnýggjan frítíðarskúla, sum eisini skal hava tilboð til ung um kvøldið.

Articon stendur fyri arbeiðnum, sum gongur væl, og eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026.

Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 mió. krónur.

Myndirnar tók Jens Kristian Vang fyri Tórshavnar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder