
Fólk, sum eru komin koyrandi heim eftir Velbastaðvegnum í Havn hesar seinastu dagarnar, hava lagt merkið til eina býarmynd, sum er við at broytast.
Tey eru í gongd við at bróta bygningin niður, sum einaferð hýsti framleiðsluni av Fóm ísum.
Tað er nú nøkur ár síðan, at ísframleiðslan í hesum bygninginum støðgaði, og Fóm flutti sína framleiðslu til Íslands, har vælumtóktu ísarnir verða framleiddir í samstarvið við felagið Kjörís ehf.
Síðan hevur bygningurin ikki rættiliga verið í brúki, bert til onkur hissini styttri leigumál.
- Talan er um ein framleiðslubygning við lítlari goymsu og avmarkaðum skrivstovuhølum, so tað hevur ikki verið so lætt at finna leigarar til bygningin, sum eisini var farin nakað illa, greiðir Tummas Hanus Dam, stjóri í Damco, felagnum ið eigur Fóm, frá.
- Tá nú rættiliga nógv byggivirksemi er og hevur verið í økinum við Velbastaðvegin, hildu vit eisini tað var hóskandi at gera okkurt við Fóm-bygningin, sum skjótt hevur 50 ár á baki, og vit hava valt at byggja ein nýggjan goymslu- og skrivstovubygning á økinum.
Tá restirnar av Fóm bygninginum eru beindar burtur, verður farið í gongd við fyrireikingarnar til nýggja bygningin. Eitt nú skal ein stuðulsmúrur gerast móti grannanun sunnanfyri, Arctic Import, so møguleiki verður fyri at gera eitt øki, har pláss verður fyri 22 bilum.
Síðan verður farið undir at byggja nýggja bygningin, sum væntandi stendur liðugur um mánaðarskiftið apríl-mai komandi ár.
- Talan verður um ein bygning á tilsamans 700-800 fermetrar. Har verður ein goymsluhøll, sum er 360 fermetrar og 7-8 metrar høg.
- Út móti Velbastaðvegnum verður ein skrivstovubygningur í tveimum hæddum, knappar 190 fermetrar hvør. Talan verður um eina prýðiliga fasadu, gjørd umhvørvisrætt úr límtræi, og rættiliga sermerkt og snøgg, haldi eg, sigur Tummas Hanus Dam.
Felagið Damco og dóttirfeløgini Damfar og Thomas Dam Ítróttur, hava í løtuni ikki brúk fyri fleiri fermetrum, og tí verður bygningurin í fyrstu atløgu bygdur við útleigu fyri eyga, upplýsir Tummas Hanus Dam.
Herundir myndirnar av niðurbrótingararbeiðinum, sum Jens Kr. Vang hevur tikið, umframt tillagaðu myndirnar av bygninginum, sum kemur ístaðin:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald