2025-06-25 07:00

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at víðka plássið í kirkjugarðinum við Norðskála.
Tørvur hevur leingi verið á einari víðkan av kirkjugarðinum. Í víðkanini verða eftir ætlan 58 nýggjar dupultgravir, og arbeiðið fer í gongd í summar, skrivar Sunda kommuna.
Brim Arkitektar hava arbeitt við einum uppskoti, og víðkanin av kirkjugarðinum hevur verið í útboði.
Trý tilboð og eitt alternativ komu inn uppá arbeiðið. Tað var Sp/f Urtagarðstænastan, sum hevði lægsta tilboðið, og býráðið hevur einmælt samtykt at fara undir samráðingar við Sp/f Urtagarðstænastuna um arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald