2025-06-24 10:59

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Eysturoyartunnlinum fyri lítlari løtu síðani.
Tað var ein bilur, sum rendi á eitt skelti við rundkoyringina – onki álvarsligt.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at fráboðanin kom klokkan 10.43. Tá slíkt hendir, verður ferðslan beinanvegin stongd, so løgreglan kann koma á staðið.
Ferðslan var stongd í okkurt um 12 minuttir, og koyrir aftur nú
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald