Mentan

Festivalstemningur á Landavegnum

Útvið 800 børn og ung úr musikkskúlunum kring landið framføra á teimum trimum pallunum sum eru, tveir innandura pallar og ein uttandura

2022-05-20 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í dag byrjaði Musikkskúlafestivalurin 2022 á Landavegnum í Havn.

Útvið 800 børn og ung úr musikkskúlunum kring landið framføra á teimum trimum pallunum sum eru, tveir innandura pallar og ein uttandura.

Musikkskúlafestivalurin er gylt høvið hjá næmingum at framføra, og hugaligt er hjá teimum at hittast í hesum høpi.

Musikkskúlafestivalurin var fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani, men síðani hevur korona gjørt, tað ógjørligt at halda festivalin

Men í ár ber aftur til.

Framførslur verða uttan íhald allan dag og út á seinnapartin í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder