Innanlands

Aftur matvøruhandil á Argjum

Túsundtals fólk vitjaðu nýggja matvøruhandilin hjá Á undir Kongavarða, sum læt upp í dag

(Mynd: Á)

(Mynd: Á)

2025-11-27 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fleiri ár hevur eingin matvøruhandil verið á Argjum, men í dag fekk býurin sum við nýggjum útstykkingum veksur alsamt ein matvøruhandil aftur.

Á læt handil upp undir Kongavarða - í gomlu arbeiðshøllini til byggiverkætlanina til raðhúsini og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða. Høllin er bygd um til snotiligan Á-handil og uttanfyri er asfaltera og parkeringsøki gjørt.

Túsundtals fólk vitjaðu nýggja handilin á Argjum, sum læt upp klokkan 10.

Andrei Vladut Antal tók myndirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder