Klaksvíkar kommuna: Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
80 tekningar komu inn, og tann heldigi vinnarin gjørdist Sunnvá Rógvadóttir, sum gongur í 2.b á Skúlatrøð. Tað vóru starvsfólkini í Estra, sum valdu bestu myndina.
Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, var og vitjaði Snjallubjallu og Garðalisu, har hann handaði Sunnvá eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.
Frá 1. desember kunnu allar myndirnar síggjast á hurðini í býráðshúsinum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald