Uttanlands

264 særdir hermenn bjargaðir úr Azovstal-verkinum

Roknað verður við, at tað framvegis eru umleið 600 herfólk eftir í stóra kringsetta stálverkinum í Mariupol

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-17 06:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri vikur í helviti er av fyri minst 260 ukrainskar hermenn, sum hava hildið til á kringsetta Azovstal-stálverkinum í Mariupol.

Tað er nú eydnast at flyta teir til ymsar býir í landinum, upplýsir varaverjumálaráðkvinnan í Ukraina, Hanna Malyar.

Seint í gjárkvøldið sóust 12 bussar við herfólkum koyra úr býnum, og nú er tað so váttað, at talan er um 264 herfólk, sum eru bjargað úr býnum.

Enn er óvist hvussu nógv herfólk eru eftir í Azovstal-stálverkinum. Fyrr hevur ljóðað, at umleið 600 herfólk hava leitað sær skjól í ovurstóra økinum, skrivar dr.dk.

Ukrainski herurin upplýsti í gjárkvøldið í eini fráboðan, at arbeiðið við at bjargað fólkunum, sum eru eftir á verkinum, heldur fram.

Russland váttaði í gjárkvøldið, at landið hevur gjørt avtalu um at flyta burtur særd herfólk úr kringsetta stálverkinum.

Herundir er ein røð av myndum, tiknar av særdum hermonnum í Azovstal-verkinum. Myndirnar vórðu sendar altjóða miðlunum frá tíðindatænastuni hjá Regiment Azov í farnu viku. Vit hava myndirnar frá EPA-tíðindatænastuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder