G! leggur í dag seks nýggj nøvn afturat síni frammanundan umfatandi skrá. Føroysku Sakaris, Dania O. Tausen, Tamara, Supervisjón og Silvitni og svensku Hialösa. Tey standa øll fyri góðsku, men á hvør sín hátt.
Hialösa er ein svensk trio, ið spælir siðbundnan tónleik úr Norðurlondum. Trioin er í løtuni virkin við konserferðini “Scanian very old pop” Framførslan er bygd á siðbundið tónlistarligt tilfar, petti, sangar og nýggj verk. Hetta er siðbundið, forstýrandi og erligt.
Dania og Tamara eru báðar ungar songkvinnur úr nærumhvørvinum hjá G!, báðar við drúgvum royndum, og báðar útgávu aktuellar.
Onnur soloplátan hjá Daniu kemur út í heyst og fyrsta staklagið longu nú fríggjadagin. Hon hevur veruliga funnið sítt ljóð saman við sínum dugnaliga bólki. Dania er kend úr nógvum ymiskum sambondum, og vann blaðung Sement við bólkinum Reality Bytes og aftur í ár við Aggrasoppum.
Men tað er undir egnum navni, at vit veruliga sleppa at uppliva songkvinnuna og yrkjaran Daniu. Tónleikurin er gløggur við sterkum melodium og spælandi tekstum, bornir av hennara heitu og vinsælu rödd. Hetta er tónleikur, ið fær fólk at steðga á. Hetta er lætt at svølgja, tó uttan at bera brá av lættisoppa.
Hesi skulu øll framføra í Syðrugøtu í juli mánaða
Tamara hevur seinastu árini arbeitt uttanlands við sínum tónleiki, úrslitið er higartil trý staklög hetta seinasta árið. Í heyst kemur fyrsta EP'in. Tamara hevur sínar røtur í Fuglafirði og Tanzania. Frá barnsbeini hevur hon skrivað tónleik, ið hon hevur framført við síni heilt serligu og vøkru rødd. Ljóðið er eitt bland millum RnB og Hip Hop og tekstirnir eru nærverandi og persónligir.
Sakaris hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr popplögum, líka síðan debutplátuna í 2012. Hann hevur altíð levera, líkamikið um framførslan er á G! Pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið Thank You tráspælt í føroyskum útvarpi. Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Sakaris er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.
Supervisjón er føroyskt gøtutekno, ið elektroniski tónleikarin og tónasmiðurin Lasse Jæger stendur aftanfyri. Hetta er larmutt, punkkent og teknokent og gerst heilt serligt, við endurtakandi og brotkendu nýtsluni av samplingunum av røddini hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger, hetta er nærum sum eitt eyka ljóðføri.
Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í september í 2020. Silvitni syngur vakran og avbjóðandi kórtónleik undir kønari leiðslu av Cinthiu González Parada. Tær níggju songkvinnurnar hava drúgvar royndir sum kórsangarar, bæði í Føroyum og úti í heimi. Kvinnurnar, sum eru úr Føroyum, Niðurlondum, Týsklandi og Chile, syngja klassiskan og nútímans kórtónleik, ið er skrivaður bæði av föroyskum og útlendskum tónaskøldum.
Við hesum 6 nøvnum eru vit uppi á 37 tónleikanövnum á G! og skráin verður heilt skjótt liðug. Komandi vikurnar fara vit at kunngera tey seinastu nøvnini, umframt skránna fyri Fjósið.
G! Festivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald