Uttanlands

Fyrsti smittutilburður staðfestur í OL-býnum í Tokyo

Smittaði persónurin, sum er komin til Japan fyri at taka lut í fyrireikingararbeiðnum, er nú fluttur á gistingarhús, har hann skal vera í sóttarhaldi í 14 dagar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-07-17 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti koronatilburðurin er nú staðfestur í OL-býnum í japanska høvuðsstaðnum Tokyo. Tað bleiv váttað í dag, seks dagar áðrenn leikirnar fara av bakkastokki.

Smittaði persónurin er komin til Japan fyri at taka lut í fyrireikingararbeiðnum. Hvar persónurin er frá verður ikki upplýst.

Í sambandi við OL eru umfatandi sóttarhaldsreglur og avmarkingar settar í gildi. Hetta hevur m.a. við sær, at OL stórtsæð verður uttan áskoðarar.

– Vit gera alt fyri at sleppa undan einum smittuútbroti. Um smittan spreiðir seg, vilja vit tryggja okkum, at vit hava eina ætlan fyri, hvussu vit bera okkum at, sigur Seiko Hashimoto, forseti fyri OL fyrireikingarnevndina, sambært Ritzau.

Smittaði persónurin er fluttur burtur úr OL-býnum, sum skal hýsa túsundatals ítróttafólkum umframt onnur, sum eru knýtt at OL. Smittaði persónurin er nú á einum gistingarhúsi, har viðkomandi skal vera í sóttarhaldi í 14 dagar.

Fleiri ítróttafólk og onnur, sum eru knýtt at OL, eru longu staðfest smittað við koronu, men eingin av teimum vóru í OL-býnum.

Meiningakanningar hava áður víst, at meginparturin av japanska fólkinum ikki ynskir at hava OL nú, meðan Japan framhaldandi stríðist við at fáa tamarhald á smittustøðuni í landinum. OL í Tokyo skuldi upprunaliga verið í fjør, men orsakað av koronafarsóttini varð tað útsett í eitt ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder