Innanlands

Fyrsti partur av ítróttarhúsinum verður handaður í morgin

Niðasta hæddin í snotiliga nýggja ítróttarhúsinum er nú klár at taka í nýtslu

2020-07-09 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu tíðina er nógv hent í Fuglafirði, hvat bygging viðvíkur. Ein partur av hesi bygging hevur umfatað ítróttarhúsið við fótbóltsvøllin í Fløtugerði. Nú er byggingin komin somikið væl áleiðis, at kommunan kann handa niðastu hæddina til fótbóltsliga flaggskipið í bygdini.

Kommunan bjóðar tí øllum til at síggja niðastu hæddina av ítróttarhúsinum, sum serliga er ætlað fótbóltinum. Snotiligu hølini er úrslitið av einum breiðum samstarvið millum Fuglafjarðar kommunu, FSF og ikki minst ÍF, sum ger, at ítróttarhúsið hevur allar teir hentleikar, sum eitt modernað felagshús skal hava.

Klokkan 16 í morgin verða dyrnar upp fyri øllum, ið hava áhuga. Bjóðað ferður kaffi og køku, og eisini skal reyði snórurin klippast. Umboð frá kommununi, byggiharranum og ÍF verða til staðar og har verður sjálvandi eisini møguligt at fáa eitt prát.

Fyrsta almenna tiltakið, sum húsið beinleiðis verður karmur um, er limadagurin hjá barna- og ungdómsfótbóltinum, sum verður leygarmorgunin. 

placeholder
placeholder