Innanlands

Fyrsti partur av Fiskastykkinum er nú tikin í nýtslu

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond, ið helst er einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, skrivar torshavn.fo

2022-07-01 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fiskastykkið  Yviri við Strond gerst nú livandi aftur. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, í samband við at arbeiðið at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at fyrsti partur kann takast í brúk.

Tað var fyri løtu síðani, klokkan ellivu, at hesin fyrsti parturin av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum.

- Hetta fiskastykki, sum Johannes í Stórustovu virkaði á frá seinast í 1920unum/fyrst í 1930unum til síðst í 1930unum, er helst einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, og verður tað nú gjørt atkomuligt fyri almenninginum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder