Uttanlands

Fyrsti maður dømdur fyri álopið á Capitol

Paul Allard Hodgkins úr Florida varð dømdur 10  mánaða fongsul í gjár

Paul Allan Hogdkins inni í kongressini 6. januar (Mynd: AP)

Paul Allan Hogdkins inni í kongressini 6. januar (Mynd: AP)

2021-07-20 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 38 ára gamal maður varð í gjár dømdur í fongsul í átta mánaðir fyri sín leiklut í álopinum móti kongressini í Washington í januar mánaði.

Paul Allard Hodgkins er sostatt fyrsti persónurin, sum er dømdur fyri fyri ógvusligu hendingarnar, sum fóru fram 6. januar, skrivar Washington Post.

Í farna mánaði játtaði 38 ára gamli maðurin úr Florida seg sekan í at hava forðað kongresslimum í at arbeiða, tá tey í januar vóru savnað fyri at góðkenna úrslitið av amerikanska forsetavalinum í november 2020.

Myndir frá hendingini vísa Paul Allard Hodgkins í Capitol-bygninginum við einum reyðum flaggi, við áskriftini “Trump 2020”. Hann var eisini ílatin eina troyggju, har navnið á Trump var skrivað á.

- Eg angri og harmist um mínar gerðir hin 6. januar í Capitol, og teir skaðar, sum mínar gerðir hava elvt til, og tey sár, sum eg havi verið atvoldin til móti tí landi, eg elski, segði hann við dómaran undir rættarmálinum.

Fongsulsrevsingin er ikki eins long, og ákærumyndugleikin hevði kravt. Sambært Washington Post var kravið 18 mánaða fongsul.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder