Mentan

Fyrsta tónleikaútgávan á geyma í Føroyum

Eyðun Jacobsen gevur nú fløguna "Lívsins Løtur" út á geyma. Hetta er sambært fyriskiparunum fyrsta tónleikaútgávan á geyma í Føroyum

2019-06-18 19:42 Author image
Tíðindaskriv

Í mai mánað kom fløgan Lívsins Løtur, við Eyðun Jacobsen, á marknaðin. Nú gongur Eyðun nýggjar leiðir og gevur eisini "fløguna" út á geyma. 

Fløgumaknaðurin broytist og færri og færri ogna sær fløgur. Fleiri hava tí spurt um, at kunna ogna sær tonleikin á geyma. Hetta hevur Eyðun valt at gera nakað við og er fløgan nú komin á geyma. Hetta er, so vítt vit vita, fyrsta tónleikaútgávan á geyma í Føroyum.

Geymin, sum er á stødd við eitt gjaldskort, inniheldur allar 18 sangirnar í mp3 og wav format. Eisini er húsin lagdur í sum pdf fílur. 

Geymin fæst ikki á sølustøðum, men bert beinleiðis frá Eyðun Jacobsen.

placeholder
placeholder