Innanlands

Fyrsta skotið latið av fyri Langhylinum í Gundadali

Væntandi verður klárt at svimja í nýggja hylinum móti ársenda 2023, boðar Tórshavnar kommuna frá

Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari

Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari

2021-02-16 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs og varaborgarstjóri, lótu fyrr í dag fyrsta skotið av Langhylinum í Gundadali.

J. & K. Petersen vann lisitatiónina hin 1. oktober 2020 og stendur fyri arbeiðnum. Tað er SNA sum hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.

160 milliónir krónur eru játtaðir til verkætlanina, sum ætlandi skal vera liðug við árslok 2023. Harvið verður væntandi verður klárt at svimja í nýggja hylinum móti ársenda 2023, skrivar Tórshavnar kommuna

Ætlanin er, at langhylurin í Gundadali kann hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina.

Hylurin verður 50 metrar til longdar og fer at hava 10 geilir. Umframt sjálvan Langhylin letur eitt nýtt vælveruøki upp í Gundadali, sum er knýtt at svimjihylinum. Vælveruøkið fer bæði at hava uttandura og innandura hyljar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder