Mentan

Fyrsta Fjølmentanarvikan byrjar fríggjadagin

Hon snýr seg um at fevna og varpa ljós á fjølmentanina í Føroyum, her fólk við yvir hundrað ymiskum tjóðskapum hava heimstað. Almenna setanin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin klokkan 15

Tað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna, ið skipa fyri vikuni

Tað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna, ið skipa fyri vikuni

2022-10-12 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í løtuni eru yvir 100 ymiskir tjóðskapir í Føroyum. Fjølmentanarvikan snýr seg um at fagna, fevna og varpa ljós á hesa fjølmentan. Vit vóna, at nógv fólk koma við í fagnaðin og gerast virkin partur í at menna mentanarligu vitanina.

Soleiðis skrivar Útlendingastovan um fyrstu Fjølmentanarvikuna, ið verður hildin um landið frá fríggjadegi 14. oktober til fríggjadag 21. oktober.

Tað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna, ið skipa fyri. Útlendingastovan skrivar, at nógv ymiskt verður á skránni, og millum annað fer  integratiónspresturin, Marjun Lómaklett, at hava altjóða gudstænastu.

Ætlanin er eisini, at aðrar kommunur fara at skipa fyri tiltøkum, og millum annað hava Sørvágs kommuna og Vága kommuna í felag gjørt av at vera við í tiltakinum Til ber at síggja skránna á integration.fo, og at fara inn á har fyri at fáa meira kunning um, hvussu einstakir persónar, skúlar, arbeiðspláss, ítróttafeløg og aðrir felagsskapir kunnu gerast virkin partur í vikuni.

Almenna setanin verður í Norðurlandahúsinum 14. oktober kl. 15.00 við røðum, tónleiki, framførslum og matsmakking. 

-----------------------------------------------

Press release from Útlendingastovan:

The first Multicultural Week will be held aroud the country from Friday 14 October to Friday 21 October.

Currently, there are over 100 different nationalities in the Faroe Islands. Multicultural Week is about celebrating, embracing, and raising awareness about this cultural diversity.

We hope many people will join in the celebration and be actively involved in raising cultural awareness.

The official opening of Multicultural Week will be held in the Nordic House on 14 October at 3 PM with speeches, music, performances, and food tasting. Everyone is welcome and entrance is free. 

During the week, the Nordic House and Tórshavn Municipality will organise events and activities and integration vicar, Marjun Lómaklett will have an international service. Other municipalities are also planning to organize activities of their own so check on our program for daily updates at integration.fo or torshavn.fo.

Check out our website to see the week’s programme and for more information on how you, schools, workplaces, sports associations and other associations can actively participate in the week.

We would like to see how you celebrate Multicultural Week, so please share your photos with us by using the hashtag #fjølmentanføroyar.  

Multicultural Week is organised by Útlendingastovan and Tórshavn Municipality.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder