Innanlands

Fyrsta bókin í nýggjum tríverki um Hungursleikir á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags er við á heimsútgávudegnum. ”Ríman um sangfuglar og slangur” er nýggj bók hjá Suzanne Collins

(Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)

(Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)

2020-05-19 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at bøkur koma út á upprunamálinum áðrenn onnur fáa møguleika at týða bókina til síni mál. Men nýggjasta bókin hjá Suzanne Collins kemur út á enskum og eini rúgvu av øðrum málum í dag, 19. mai, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur bókina út.

57-ára gamla Suzanne Collins úr USA er serliga kend fyri at hava skrivað tríverki "The Hunger Games", sum serliga gjørdist væl umtókt millum ung fólk. Bøkurnar høvdu Katniss Everdeen sum høvuðspersón, og tær vórðu gjørdar til fýra sera vælumtøktar filmar, har Jennifer Lawrence spældi Katniss. 

Søgan fór fram í einum framtíðarheimi, og nú heldur hon fram. Í roynd og veru er talan um eina undansøgu (prequel). "The Ballad of Songbirds and Snakes" er tann fyrsta bókin í nýggja tríverkinum. Hon hevur Coriolanus Snow sum høvuðspersón. Snow var í upprunarøðini óndi forsetin í Panem, landinum ið Hungursleikir fara fram í. Talan er um eina framtíðarímynd av USA, sum hevur verið rakt av náttúrvanlukkum og borgarakríggi.

[object Object]
Donald Sutherland spældi Coriolanus Snow í filmsrøðini (Mynd: EPA)

Í nýggju bókini, sum hevur føroyska heitið ”Ríman um sangfuglar og slangur", er Snow 18-ára gamal, og tað er áleið 60 ár áðrenn hendingarnar í upprunarøðini.

Bókin kemur út á føroyskum og á ymskum málum kring heimin í dag. Tað er Bergur Rasmussen, sum hevur týtt bókina úr enskum. Hann týddi eisini upprunarøðuna hungursleikarøðina, umframt tríggjar tær seinastu Harry Potter bøkurnar. Bókadeildin gevur ”Ríman um sangfuglar og slangur" út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder