Mentan

Fyrsta barnabíblia hjá Forlagnum Vøkstur

"Mín stóra søgubíblia" er 290 síður og er skipað soleiðis, at ein heilsíðumynd er til hvørja søgu

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2025-12-06 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir

Forlagið Vøkstur, sum Fólkakirkjan eigur, hevur givið út sína fyrstu barnarbíbliu.

"Mín stóra søgubíblia" er 290 síður og er skipað soleiðis, at ein heilsíðumynd er til hvørja søgu.

Víst verður til, hvar í Bíbliuni søgan finst, og tíðum verður víst til annað tilsvarandi tilfar í somu bók. Evnisyvirlit er aftast í bókini og eisini bíbliukort.

Bókin er egnað til øll. Foreldur kunnu fortelja smærri børnum bíbiusøgurnar, tí teksturin er greiður, og myndirnar talandi. Størri børn kunnu sjálvi lesa, og so er bókin góð hjá vaksnum eisini, skrivar Fólkakirkjan í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald