Innanlands

Fyrrverandi venjari hjá Havnar Svimjifelag deyður við koronu

36 ára gamli Oleksii Ilchenko er deyður við koronu

2021-11-14 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sorgarboð úr Ukrania, fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjfelag er deyður av fylgisjúkum av COVID-19, einans 36 ára gamalur. Til ber at stuðla konuni Irinu og báðum børnunum, Onnu og Artemii, umvegis hetta GoFundMe-átak.

Oleksii Ilchenko varð fyri tíð síðani sjúkur av korona sum so aftur viðførdi álvarsligan lungnabruna, soleiðis at hann hesar síðstu 21 dagarnar lá í respirator. 

Konan og børnini fingu eisini korona, men eru frísk aftur. GoFundMe-átakið er serliga tí at tað er so øgiliga dýrt hjá teimum at gjalda fyri intensivari viðgerð, har yviri í Ukrania, skrivar svimjing.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder