Innanlands

Fyrrverandi landsstýrisfólk fara at siga frá fullveldissamráðingunum

Í fjør vóru 20 ár liðið síðan spennandi samráðingarnar í Keypmannahavn. Norðoya Tóðveldisfelag skipar fyri kunnandi fundi leygardagin

Annfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, verður við á fundinum, sum tjóðveldisfelagið í Norðoyggjum skipar fyri

Annfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, verður við á fundinum, sum tjóðveldisfelagið í Norðoyggjum skipar fyri

2021-04-15 08:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat kom burtur úr fullveldissamráðingunum, og hvussu upplivdu tey, ið samráddust, støðuna? Tað verður viðgjørt á tiltaki í Klaksvík leygardagin 24. apríl.

Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, og fyrrverandi landsstýrisfóllkini Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø, vóru øll við í samráðingunum, og fara at greiða frá, hvussu tey upplivdu samráðingarnar.

Í fjør vóru 20 ár síðani fullveldissamráðingarnar, og tí skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri tiltaki, har tey, ið stóðu á odda í samráðingum, fara at greiða frá sínum upplivingum.

Tiltakið verður í Bøgøtu 3 leygardagin 24. apríl frá kl.16 til 18. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder