Innanlands

Fyrireikingarnar til kommunuvalið eru í gongd

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur í kvøld fyrsta uppstillingarfund - tað er samstundis aðalfundur hjá felagnum

Løgtingsumboðið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum, Beinta Løwe, fer á fundinum í kvøld at greiða frá fyrstu mánaðunum í tinginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgtingsumboðið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum, Beinta Løwe, fer á fundinum í kvøld at greiða frá fyrstu mánaðunum í tinginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-27 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðsval verður í mai, og tískil fara upstillingarfundir at verða komandi tíðina kring landið. 

Í Miðstovuni í Klaksvík í kvøld, mikudagin 27. mai, klokkan 19 hevur Norðoya Tjóðveldisfelag  fyrsta uppstillingarfund til kommunuvalið í november.

Hetta er samstundis aðalfundur, ið varð útsettur vegna korona. Kvøldið byrjar við útsetta aðalfundinum. Skrá verður sambært viðtøkum felagsins, boðar felagið frá.

Síðan fer løgtingsumboðið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum, Beinta Løwe, at hugleiða um fyrstu mánaðirnar í Løgtinginum, og býráðslimurin og fyrrverandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fer at greiða frá um býráðsarbeiðið.

Steinbjørn O. Jacobsen varð tann einasti á Tjóðveldislistanum, ið varð valdur til býráðsvali í 2016. Tá fekk flokkurin stóra afturgongd. Hann situr sína sættu sætu í Klaksvíkar og er í býráðsminnilutanum.

Síðani verður fyrsti uppstillingarfundur til kommunuvalið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder