Innanlands

Fyrilestur í Mentanarhúsinum um rúsevnismisnýtslu millum ung

27. apríl skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu fyri ókeypis fyrilestri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Fyrilesturin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Fyrilesturin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

2021-04-14 20:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 27. apríl kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtsla millum ung.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá kl. 19:00 til 20:30.

Á fyrilestrinum verður m.a. umrøtt:

  • Hvat er rúsevnismisnýtsla?
  • Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
  • Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
  • Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
  • Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?

Fyrilesturin er almennur og er viðkomandi fyri foreldur og starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. Eisini verður høvi at seta spurningar.

– Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder