Innanlands

Fyribils fíggjarlóg skal leggjast fram

Tingfundur verður nú klokkan 10

2022-11-15 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært skránni fyri løgtingið, verður tingið sett nú klokkan 10 við framløgu á skrá.

Tað er ein fyribils fíggjarlóg, sum skal samtykkjast, so at landskassin kann virka eftir nýggjár, tí orsaka av valinum er ómøguligt at gera nýggja fíggjarlóg áðrenn nýggjár.

Roknað verður við, at vikið verður frá øllum tíðarfreistum, so at fyribils fíggjarlógin kann samtykkjast skjótast gjørligt.

Enn er ikki greitt um onnur mál eisini verða løgd fyri løgtingið til viðgerðar nú

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder