Fyrrapartin hevði løgmaður orðið í arktiska ráðnum í Reykjavík. Har legði Bárður á Steig Nielsen millum annað dent á føroyska leiklutin í Arktis og vaksandi týdningin hjá arktiska ráðnum í samband við veðurlagsbroytingar.
- Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi. Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum – eisini arktiska havinum. Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av teimum, segði løgmaður millum annað í røðuni.
Áðrenn fundin í íslendska høvuðsstaðnum fekk løgmaður millum annað orðið á amerikanska uttanríkisráðharran Anthony Blinken og russiska uttanríkisráðharran Sergej Lavrov. Seinnapartin í dag fer løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug Þór Þórarson.
Hetta skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari
Arktiska ráðið samtykkir strategiska ætlan
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum.
Ætlanin, sum limalondini hava arbeitt við, og sum íslendski formansskapurin hevur staðið á odda fyri, er býtt í trý høvuðsøki: (1) umhvørvisverja, (2) burðardygg sosial og búskaparlig menning og (3) eitt styrkt arktiskt ráð.
Arktis hitnar tríggjar ferðir skjótari enn flest onnur øki í heiminum, og tí fyltu veðurlagsbroytingar nógv á fundinum hjá arktiska ráðnum fyrrapartin.
Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endar í dag, og Russland tekur yvir formansskapin næstu tvey árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald