placeholder
Innanlands

Fýra tannáringar skuldsettir fyri eldsáseting

Dreingirnir frá tilburðinum í Sandavági játta seg sekar

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2020-01-20 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra dreingingir eru nú skuldsettir fyri eldsáseting. Hendingin fór fram í Sandavági sunnunáttina 12. januar, og varð lýst í drúgvum innslagi í Degi og viku fríggjadagin.

Sí: Harkalið setti eld á hús 

Heimasíðan hjá kringvarpinum veit at siga, at dreingirnir, sum allir eru tannáringar, hava játtað seg sekar. Dreingirnir eru ikki úr Sandavági, men tó úr Vágum.

Umframt at vera skuldsettir fyri eldsáseting, so verður ein teirra eisini skuldsettur fyri harðskap. Tað var ein drongur, sum royndi at hjálpa einum øðrum javnaldri, sum maðurin í húsinum hevði tikið í eini sokallaðari sivilari handtøku.

Dreingirnir eru skuldsettir fyri at skjóta tvær rakettir móti húsunum. Rakettirnar festu í ein baraldarrunn, sum stóð við úthurðina á trappuni í húsinum.

Tvei vaksin og trý børn vóru stødd í húsinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder