Innanlands

Fýra nýggir smittutilburðir staðfestir

Í øllum førum er talan um persónar, ið komu loftvegis til Føroyar úr øðrum londum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-10-27 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra persónar ið lendu í Vágunum í gjár, fingu staðfest covid-19. Hetta skrivar corona.fo. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Samanlagt vórðu 709 kanningar gjørdar í gjár. Fýra av teimum 709 kanningunum vóru positivar, og í løtuni eru 16 persónar í Føroyum smittaðir. 

Eingin er innlagdur í samband við koronasmittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder