Innanlands

Fýra førleikamett innan timburfakið

Kunnu fara í timburlæru við munandi styttri lærutíð

Tey fýra, ið eru førleikamett innan timbur á Glasi, frá vinstru: Jóhann Ludvík Laksáfoss, Kári Páll
Nolsøe, Brandur Sandoy og Siv Kristel Hollund. Í miðjuni er Benny Nielsen; lærari á timburdeildini á
Glasi, sum stóð fyri at samskipa verkligu uppgávuna

Tey fýra, ið eru førleikamett innan timbur á Glasi, frá vinstru: Jóhann Ludvík Laksáfoss, Kári Páll Nolsøe, Brandur Sandoy og Siv Kristel Hollund. Í miðjuni er Benny Nielsen; lærari á timburdeildini á Glasi, sum stóð fyri at samskipa verkligu uppgávuna

2022-06-23 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um tú hevur verkligar royndir innan timburfakið, kanst tú verða førleikamett/ur. Tað merkir, at tú kanst fáa gjørda eina fakliga meting av teimum royndum, ið tú hevur útvegað tær í arbeiðslívinum, og á tann hátt fáa lærutíðina munandi stytta.

Í vár eru fýra fólk við royndum innan timburfakið førleikamett á timburdeildini á Glasi. Tey hava øll verið ígjøgnum eina tilgongd, sum endaði við einari verkligari uppgávu. Uppgávan var at byggja eitt lítið hús, og við tí at vísa í verki sínar førleikar innan handverkið.

Eftir at hava loyst uppgávuna og niðurstøða frá førleikametingini er handað teimum, kunnu tey fara í læru á góðkendum læruplássi og taka timburútbúgving eftir munandi styttri tíð enn annars.

Tá kunnu tey, ið hava gjøgnumført lærutíðina, fara til sveinaroynd, á jøvnum føti við øll onnur, sum taka timburútbúgving.

Førleikameting innan timbur fer fram í tøttum samstarvi við Glasir í Havn og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í ár varð verkliga uppgávan í sambandi við førleikametingina framd á Glasi. Førleikametarar vóru Bárður Johannesen og Janus Atli Jensen timburmenn, ið báðir eru útnevndir skoðanarmeistarar av Yrkisdeplinum.

Í fjør, tá ið tveir mans vórðu førleikamettir innan timbur, var tann verkliga uppgávan framd á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tá stóð Sjúrður Sólstein lærari á timburdeildini á TSK saman við øðrum fyri at samskipa ta verkligu uppgávuna, og Sjúrður Holm timburmeistari og Janus Atli Jensen vóru førleikametarar.

Tey, ið ynskja at verða førleikamett innan timburfakið, kunnu venda sær til Vegleiðingarstovuna, sum kunnar nærri og tekur sær av at fyrireika førleikametingina saman við skúlunum. Eisini ber til at venda sær til Glasir ella Tekniska Skúla í Klaksvík, um ein ynskir at verða førleikamettur.

Meira fæst at vita um førleikameting á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo.

Tíðindaskriv frá Vegleiðingarstovuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder