Mentan

Fýra ár síðani at kópakonan varð avdúkað

Kann standa ímóti 100 ára alduni í Kalsoyarfirði

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2018-08-02 06:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár vóru fýra ár síðani, at kópakonan varð avdúkað á Stóra Kneysa á hellini í Mikladali, og handað Klaksvíkar kommunu.

- Tað er ikki bara sum at siga tað at seta upp eina standmynd á Stórakneysa í Mikladali ytst á helluni. Kópakonan skal nevniliga kunna standa ímóti ógvisligum náttúrukreftum, tí landnyrðingurin sleppur ógvisligari megi leysari her, tá ið harðast leikar á, stendur á heimasíðuni hjá VisitKallsoy.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm / portal.fo)

- Teknikarar hjá Landsverk fram til, at Kópakonan skuldi standa ímóti 13 metrar høgari aldu, sum í ringasta veðri kann bróta inn ímóti kneysanum, á tekniska málinum rópt 100 ára aldan, stendur víðari.

Tað er myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt standmyndina. Arbeiðið at fáa kópakonuna gjørda tók ein bólkur undir Føroya Sjómannadegi sær av. Í bólkinum sótu Olivur Thomsen, Oliver Joensen og Ólavur Samson.

Í Mikladali hendan hátíðardagin, 1. august 2014, tá kópakonan varð avdúkað, vóru eini 2000 fólk í Kallsoynni. Bussar koyrdu millum Syðradal og Mikladal hendan dagin.

Sí fleiri myndir upp undir dagin, har kópakonan varð avdúkað, á nordlysid.fo her

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder