Innanlands

Funnin aftur í øllum góðum

Drongurin sum varð eftirlýstur á middegi er komin afturíaftur

2022-06-03 16:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

12 ára gamli Amin Zelealem Kassa, sum á middegi varð eftirlýstur av løgregluni, er funnin aftur í øllum góðum. Tað upplýsir løgreglan.

Han hevur tað gott, og varð funnin aftur í Leirvík.

Løgreglan fer nú at tosa við drongin og foreldur hansara.

Tað var á middegi, at løgreglan sendi út eftirlýsing eftir dronginum, sum ikki var sæddur síðani á nátturða í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder