placeholder
Mentan

Funk, føðingardagur og festivalstemningur

24. november heldur Havnar Jazzfelag føðingardag

2018-11-15 10:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 24. november heldur Havnar Jazzfelag føðingardag við feitari funk konsert, plakatsølu og fløgumarknaði í Reinsarínum.

Tað verða fantastisku Blue Coat Brass Band, sum hava blást lív í manga mannamúgvu á festivalum og konsertum, sum fara at lyfta takið í Reinsarínum við tónleiki, sum ferðast úr Føroyum til New Orleans og aftur við jazz, soul, funk og hip-hop í skjáttuni.

Og at fáa øll í rættan hýr kemur spildurnýggi bólkurin Funksjón, sum spælir festligan funk/pop.

Stóra føðingardagsgávan, sum er til øll hetta kvøldið, er skráin til Vetrarjazz 2019, sum verður avdúkað og løgd fram. Vetrarjazz verður 21.-27. januar og hevur eina ørgrynnu av góðum føroyskum og altjóða jazzi at bjóða.

Hurðarnar til Reinsaríið lata upp kl 19.30, og Havnar Jazzfelag bjóðar okkurt gott at drekka (inntil uppi er). Fyrstu 4 áhoyrararnir, sum koma í føðingardag, fáa eitt ókeypis Jazzpass til Vetrarjazz 2019, sum gevur atgongd til allar konsertirnar á festivalinum (undantikið eina).

Tutl hevur fløgumarkna í Reinsarínum í sambandi við konsertina og nógv góð tilboð uppá bæði føroyskar og altjóða jazz-fløgur. Eisini ber til at ogna sær ikonisku appelsingulu og grønu Havnar Jazzfelag plakatirnar.

- Havnar Jazzfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder