Innanlands

Fundur í Arktiska ráðnum í dag

Løgmaður umboðar landsstýrið á fundinum í Reykjavík

Løgmaður fylgdist til Íslands saman við grønlendska landsstýrismanninum við uttanríkismálum, Pele Broberg

Løgmaður fylgdist til Íslands saman við grønlendska landsstýrismanninum við uttanríkismálum, Pele Broberg

2021-05-20 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veðurlag og burðardygd eru á skránni í Íslandi í dag, tá ið arktiska ráðið hittist í Reykjavík. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður við á fundinum, har øll londini í Arktis eru umboðað.

Arktiska ráðið fer at skriva undir eina yvirlýsing og eina strategiska ætlan, sum ráðið hevur arbeitt við seinastu tvey árini. Hesi snúgva seg í høvuðsheitum um umhvørvisavbjóðingar og burðardygga búskaparliga menning, skrivar Løgmansskrivstovan.

Eftir fundin í arktiska ráðnum fer løgmaður eisini á fund við íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórarson. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder