Innanlands

Fuglafjarðar sløkkilið 50 ár

- Tað var ikki fyrr enn eldur kom í húsini hjá Olla og Kristinu Samuelsen, at meira útgerð bleiv keypt, so sum ein nýggj brandpumpa og slangur og onnur sløkkiútgerð

(Mynd: Fuglafjarðar sløkkilið)

(Mynd: Fuglafjarðar sløkkilið)

2021-02-28 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fuglafjarðar sløkkilið gjørdist í vikuni 50 ár. Tað var tann 22. februar í 1971, at nakrir menn stungu høvdini saman, og settu sløkkilið á stovn.

Sløkkiliðið skrivar soleiðis á Facebook:

Í dag eru tað 50 ár síðani at Fuglafjarðar Sløkkilið varð sett á stovn.

Hóast vit í øldir hava verið rakt av smærri og størri eldsbrunum, eisini her í Fuglafirði, so var tað at kalla bara í Tórshavn og í Klaksvík, at tey, fyri fimti árum síðani, høvdu eitt skipað sløkkilið. Eitt sindur av sløkki útgerð var tó í bygdini nøkur ár áðrenn sløkkiliðið bleiv sett á stovn. Eitt nú kann nevnast, at ein brandpumpa stóð í smiðjuni hjá Alex, sum stóð tætt við Bókasavnið, í lundini sum nú er har.

Inni har stóð ein gomul brandpumpa, nakað av slangum og onkur amboð, annað var ikki. Smiðjumaðurin, Jóhannes Øregaard o.a. høvdu uppgávuna, at halda pumpuna í standi, og at starta hana einaferð um vikuna.

Tað var ikki fyrr enn eldur kom í húsini hjá Olla og Kristinu Samuelsen, at meira útgerð bleiv keypt, so sum ein nýggj brandpumpa og slangur og onnur sløkki útgerð. Nevndu húsini á horninum yvir av hjá Ismar Joensen, brendu at kalla í grund, og tá var tað, at nakrir menn stungu høvdini saman, fyri at seta eitt sløkkilið á stovn. Stovningardagurin bleiv so hin 22. Februar 1971, fyri júst 50 árum síðani.

Teir fyrstu sløkkiliðsmenninir í Fuglafirði vóru:
Tórhallur Andreasen
Bjarni Eliasen
Petur Halgadal
Hanus Hansen
Martin E. Hansen
Sveinbjørn Hansen   
Gordon M. Petersen
Marius Petersen
Símun Pauli Poulsen
Sigfríður Vørhamar
Kári Zachariasen
Johannus Øregård

Farna 50 ára skeið er nógv broytt til tað betra. Sløkkiliðið er enn í Fuglafirði, og nú eru 15 mans knýttir at brandliðnum, og leiðarin er í føstum starvi. Útgerðin er sanniliga nógv betrað hesi mongu ár. Frá at hava eina pumpu  í bygdini, hava vit nú eina frálíka brandstøð, fimm bilar, ein bát og ein hóp av neyðugari og framkomnari útgerð.

Fuglafjarðar Sløkkilið hevur í dag sera gott og tætt samstarv við grannakommunurnar.

Vit vilja at enda takka øllum borgarum fyri, at tit taka so væl í móti okkum, tá vit koma út til ymiskar uppgávur, og við hesum reglum ynskja okkum øllum tillukku við hesum 50 árunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder