placeholder
Innanlands

Frihedsbrevet Live í Løkshøll: Hann hevur hitt Putin, og nú kanst tú hitta hann

Mikukvøldið skipar Frihedsbrevet fyri kjakfundi í Løkshøll. Flemming Rose, sum verður mettur sum ein av størstu Russlands-serfrøðingunum á okkara leiðum luttekur

2023-06-06 20:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hann er kanska kendastur fyri Muhammed-tekningarnar. Tað var nevniliga, tá Flemming Rose var mentannarredaktørur á Jyllands-Posten, at hann tók stig til tær umstríddu tekningarnar, sum settu eld í allan heimin. 

Men Flemming Rose er nógv meir enn tað. Hann hevur verið korrespondentur í Moskva og Washington, verið redaktørur Jyllands-Posten og Frihedsbrevet, hevur skrivað fleiri bøkur, fingið hópin av virðislønum og viðurkenningum, og í 2017 bleiv hann enntá riddari í Fraklandi, kosin av fronsku stjórnini fyri sítt stríð fyri talifrælsinum. 

Men størsta passiónin hjá Flemmingi Rose hevur altíð Russland. Tað byrjaði longu á ungum árum, tá hann las russiskt á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Síðani tá hevur hann fleiri umførum  búð í Russlandi, hann hevur russiska konu og hevur hann enn tætt sambond í russiska samfelagnum. 

Hartil hevur hann sjálvur hitt Vladimir Putin. Tað gjørdi hann í Kaukasus saman við einum lítlum bólki av vesturlendskum journalistum í 1999, tá Putin eisini var farin í kríggj. Tá við tjetjenar.   

Flemming Rose verður tí mettur sum ein av størstu Russlands-serfrøðingurin á okkara leiðum. Og í annaðkvøld kanst tú hoyra, hvat hann heldur um spentu støðuna í Russlandi, í ríkisfelagskapinum og í heiminum sum heild. 

Tað verður klokkan 19.30 í Løkshøll, har Frihedsbrevet skipar fyri tiltakinum Russland, Ukraina og Føroyar, har Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum á Fróðskaparsetri Føroya, eisini fer at luttaka. 

Hetta verður klókt, hetta verður aktuelt og hetta verður forkunnugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder