Í sambandi við at Fríðrikur krúnprinsur og Christian prinsur vitjaðu Fróðskaparsetrið og Hugskotið í Sjóvinnuhúsinum, hittu teir íverksetarafyritøkurnar SafeFriend og TeckCare og næmingavirkir, sum hava vunnið FM-heitið í íverksetaratiltakinum Ungt Virki.
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður í Fróðskaparsetrinum og formaður í Ungum Virki og Christian Vintergaard, stjóri í Fonden for Entreprenørskab tóku ímóti krúnprinsinum og prinsinum.
Krúnprinsurin ynskti at hitta føroyskar næmingar, sum hava luttikið í Ungum Virki. Hann tosaði fyrst við næmingar í Faroe Sea Beauty, sum vann FM-heitið í Ungum Virki í 2018. Tær tríggjar: Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum greiddu frá, hvussu tær hava ment eina nýggja vakurleikarøkt úr føroyskum rávørum. Tær hava framleitt eina andlitsmasku úr tara, fiskaolju og salti. Harafturat hava tær framleitt eitt andlitskrem, ið inniheldur føroyska olju og gularót.
Krúnprinsurin hitti eisini Faroese Sea Salt, sum umframt at vinna bæði FM og DM í Ungum Virki í 2013 eisini vann Best Business Model Award frá NYSE til EM í London fyri at hava mest gjøgnumførdu virkisætlanina. Fyritøkan er mannað av Tórur S. Hansen, Rana K. Gærdbo og Herman E. Winther, sum greiddu krúnprinsinum frá, hvussu teir hava arbeitt við at menna og framleiða føroyskt vistfrøðiligt gourmetsalt við ymiskum smakki.
Bæði næmingavirkini fingu nógvar spurningar frá krúnprinsinum, ið var sera áhugaður í at hoyra um teirra vørur og virkisætlanir.
Eigararnir av Faroese Sea Salt hava fyri stuttum stovnað enn eina fyritøku, Kayze, sum framleiðir og selur skræddaraseymaðar klædningar.
Krúnprinsurin hevði eisini stóran áhuga fyri Kayze, og hann fekk handað bæði gourmetsalt og ein klædning.
Eftir vitjanina í Hugskotinum handaði krúnprinsurin virðisløn til vinnaran av Creative Business Cup 2018. Tað bleiv Sverre Nolsøe, sum hevur ment ein alarmknøtt, ið kallast SafeFriend, sum vann kappingina.
Veingir.com hevur tikið myndurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald