Innanlands

Fríðrikur krúnprinsur aftur í Føroyum

Krúnprinsurin í Føroyum í sambandi við filmsupptøkur til dokumentar hjá DR, sum skal vísast í heyst

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-12 16:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum ferðafólkini umborð á rutuflogfarinum millum Føroyar og Keypmannahavn klokkan hálvgun tvey seinnapartin var Fríðrikur krúnprinsur.

Talan er tó ikki um nakara almenna vitjan. Jn.fo skrivar, at ørindini Fríðrikur eru upptøkur í sambandi við filmsupptøkur til dokumentarsending um ríkisfelagsskapin, sum Danmarks Radio fer at vísa í heyst.

Hetta er aðru ferð í ár, at Fríðrikur krúnprinsur er í Føroyum. Fyrr í ár luttók hann til Royal Run í Klaksvík. Og fyri einum lítlum ári síðani var øll krúnprinsafamiljan á vitjan í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder