Uttanlands

Fríðrikkur tekur yvir trónuna, tá mamman hevur skrivað undir

14. januar kemur hann til ríkisráð á Christiansborg Slotti sum krúnprinsur, og fer haðani sum kongur

Margretha drotning á nýggjársmóttøkuni á Christiansborg Slotti í dag, saman við krúnprinsahjúnunum (Mynd: EPA)

Margretha drotning á nýggjársmóttøkuni á Christiansborg Slotti í dag, saman við krúnprinsahjúnunum (Mynd: EPA)

2024-01-03 14:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá tað 14. januar verður hildið ríkisráð á Christiansborg Slotti í Keypmannahavn, fær Danmark ein nýggjan ríkisstjóra (regent) í teirri løtu tá Margretha drotning skrivar undir kunngerðina um, at hon frásigur sær trónuna.

Hetta kemur fram í eini fráboðan, ið danska kongshúsið hevur sent út í dag, og sum greiðir frá bakgrundini fyri kongsskiftinum.

Sostatt kemur elsti sonur hennara, Fríðrikkur, til Christiansborg Slott sum krúnprinsur, og fer haðani sum Fríðrikkur kongur X.

Somuleiðis kemur Mary, sum krúnprinsessa, og fer haðani sum drotning, meðan elsti sonur teirra, Christian prinsur, fer haðani, sum krúnprinsur, stendur í fráboðanini.

Enn er einki sagt um, nær á degnum ríkisráðið verður.

Men eftir fundin fer Mette Frederiksen, statsministari, at kunngera kongsskiftið á Christiansborg Slotti.

Í Danmark verða drotningar og kongar ikki krýnd, eins og gjørt verður í Bretlandi. Tey verða kunngjørd – útrópt, sum tey siga í Danmark.

Tað verður fyrstu ferð í 52 ár, at Danmark fær ein nýggjan ríkisstjóra. Seinast var í 1972, tá Fríðrikur kongur IX doyði, og trónarvingin, Margretha, gjørdist drotning.

Hon varð rópt á svalanum á Christiansborg Slotti av táverandi forsætisráðharranum, Jens Otto Krag.

- Í Danmark hevur siðvenjan higartil verið, at kongsskiftið hevur verið í sambandi við at ríkisstjórin doyr, eins og tað hendi í 1972. Í slíkum førum hendir skiftið í tí løtu ríkisstjórin doyr, skrivar kongshúsið.

Men hesaferð hendir trónskiftið altso í teirri løtu, at drotningin hevur undirskrivað kunngerðina.

Higartil hevur Fríðrikur krúnprinsur ikki úttalað seg alment síðan Margretha drotning í nýggjársrøðu síni boðaði frá, at hon fer frá.

Í dag er drotningin vertur fyri tveimum nýggjársmóttøkum – einari á Amalienborg og einari á Christiansborg Slotti. Krúnprinsahjúnini eru við á báðum, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder