Innanlands

Friðarlig mentanarnátt

Nógv fólk hava verið í býnum, men sum heild hevur náttin verið friðarlig – Ein bilførari fekk koyriforboð í Eysturoynni, og í morgun varð eitt harðskapsmál í høvuðsstaðnum, sum løgreglan er í ferð við at kanna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-04 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var mentanarnátt í Havn, og sum heild hevur tað gingið friðarliga fyri seg, sigur løgreglan.

Nógv fólk hava verið í býnum, og løgreglan hevur eisini verið til staðar í náttarlívinum, og hava verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí, tá fólk vóru komin til ilnar, men burtsæð frá tí hevur náttin verið friðarlig, skilst av løgreglustøðini.

Løgreglan hevur eisini verið úti og kannað ferðsluna, og í Eysturoynni fekk ein bilførari koyriforboð fyri at koyra ov skjótt.

Í morgun var eitt harðskapsmál í høvuðsstaðnum, og arbeiðir løgreglan við málinum í løtuni. Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini fáa tey í løtuni einki sagt um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder