Innanlands

Fráráfaringarløta fyri Terja Johannesen

Terji, hevur síðani 2003 starvast sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin. Nú takkar hann fyri seg vegna aldur

Jens Pauli G. Nolsøe, skúlastjóri, Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari, Terji Johannesen, fráfarandi skúlavørður og Jógvan Kruse, borgarstjóri

Jens Pauli G. Nolsøe, skúlastjóri, Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari, Terji Johannesen, fráfarandi skúlavørður og Jógvan Kruse, borgarstjóri

2022-06-02 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fráfaringarsamkoman var hildin seinnapartin í gjár á Torginum í skúlanum, har familja og starvsfelagar vóru komin saman.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Terja eina gávu og blómutyssi.

Leiðarin fyri tónlistaskúlan, Oddur Hentze, og skúlastjórin, Jens Pauli G. Nolsøe, søgdu eisini nøkur orð. Eftir tað bjóðaði kommunan ein drekkamunn.

[object Object]Fitt av fólki vóru møtt til fráfaringarløtuna fyri Terja, nú hann fer frá fyri aldur 

Terji byrjaði í starvinum sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin, tá nevndur Felagsskúlin á Oyararbakka, í 2003. Hann hevur sostatt starvast í skúlanum í 19 ár, nú hann gevst fyri aldur.

Sunda kommuna takkar Terja fyri góða og drúgva tænastu og ynskir honum blíðan byr.


Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder