Mentan

Framsýning við Ingálvi av Reyni

Fernisering verður fríggjadagin í Williamsstovu 

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-04 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ingálvur av Reyni (1920-2005) er ein av okkara bestu og mest viðurkendu listafólkum, og var ein undangongumaður innan føroyska list. Hann hevði millum annað eina slóðbrótandi abstrakta framsýning í 1961, sum slóðaði fyri listini, ið vit kenna í dag.

Long tíð er liðin síðani nøkur framsýning hevur verið við myndum eftir Ingálv, og hansara verk eru ikki løtt at fáa hendur á. Tó hevur nú eydnast at gera eina góða og spennandi samling av hansara verkum, ið øll fara at vera til keyps á framsýningini. Talan er bæði oljumálningar og tekningar.

Ferniseringin verður í Williamsstovu í Niels Finsens gøtu í Havn fríggjadagin kl. 16. Tala og sangur verða, og leskandi og søtt til góman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder