placeholder
Innanlands

Framdi harðskap á vertshúsi í gjárkvøldið - í dag skal hann í grundlógaravhoyr

Maðurin varð handtikin í gjárkvøldið, og hevur sovið á politistøðini í nátt. Hann verður skuldsettur fyri fleiri brot, og seinni í dag verður grundlógaravhoyr. Eisini var boðað frá húsaófriði gjáramorgunin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-09 09:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein maður varð í gjár handtikin fyri harðskap á skeinkistaði í Havn.

Tað var í gjárkvøldið um hálvgun ellivu tíðina, at løgreglan fekk fráboðan frá einum vertshúsi, at tey ynsktu hjálp at fáa ein mann út. Ein patrulja fór á staðið og fekk mannin út, men hálvan tíma seinni komu aftur boð frá skeinkistaðnum um sama mann.

Hann var komin inn aftur, og hevði nú framt harðskap móti einum persóni.

Løgreglan fór enn einaferð á staðið og handtók persónin, sum løgreglan kendi aftur fyri at hava gjørt harðskap áður.

Hann skal eisini hava hótt viðkomandi, sum hann framdi harðskap ímóti, og hetta verður hann eisini skuldsettur fyri. Tá hann varð rannsakaður vísti tað seg eisini, at hann uppi á sær hevði útgerð til at nýta rúsevni. Hetta varð tikið frá honum, og hann verður skuldsettur fyri tað.

Maðurin hevur sovið á støðini í nátt og grundlógaravhoyr verður í dag, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Húsaófriður
Um átta tíðina gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um húsaófrið. Tað var ein persónur, sum var komin úr útlondum at vitja, og var ávirkaður av rúsdrekka.

Viðkomandi, sum átti húsini, ynskti ikki at persónurin bleiv verandi har. Løgreglan tók persónin við á støðina og viðkomandi var so mikið ávirkaður, at hann svav rúsin av á politistøðini í allan gjár, og varð leyslatin í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder