Tað var á vitjan í Grønlandi í juni í fjør, at franski forsetin, Emmanuel Macron boðaði frá ætlanunum um at lata upp eitt konsulát í Grønlandi. Hesa avgerð tók Kanada longu í 2024.
Kanadiski uttanríkismálaráðharrin, Anita Anand var til staðar í Nuuk í sambandi við upplatingini av nýggja kanadiska konsulátinum.
Kanadiski uttanríkismálaráðharrin segði undir upplatingini av konsulátinum, at Kanada ynskir tættari samstarv við Grønland viðikjandi búskaparligari menning og flogferðslu.
Jean-Noël Poirier, sum nú er franskur aðalkonsul í Nuuk sigur, at upplatingin av franska konsulátinum ikki er eitt signal til amerikonsku umsitingina, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð hevur tosað um ynskið um at yvirtaka Grønland. Heldur er tað eini boð um vinalag til Grønland og Danmark og ein spurningur um samhuga.
Christophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark sigur, at sjálvræðisrætturin hjá Grønlandi, danska kongsríkið, Nato og heimsskipanin er uppá spæl.
– Vit hava eina kreppu, tí okkara besti sameindi - USA og amerikanski forsetin - sigur, at tey eru sinnað at brúka vald móti einum øðrum sameindum. Tað er oyðileggjandi og sera vandamikið, segði hann sambært DR.
Sendiharrin legði afturat, at tað er umráðandi hjá Fraklandi at vera til staðar í Arktis, einum øki, har so nógv hendir.
Kanadiska konsulátið er latið upp í sama bygningi sum íslendska konsulátið í Nuuk. Franski aðalkonsulin hevur tó enn ikki nakran bygning, hóast hann er farin til verka. Leitað verður framvegis eftir hóskandi hølum, sigur talsfólk sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald