Uttanlands

Frakland: Fólk yvir 65 skulu hava triðja prikið fyri at fáa koronupass

Økta smittutrýstið í landinum hevur fingið myndugleikarnar at seta fleiri tiltøk í verk

Emmanuel Macron helt røðu fyri tjóðini týsdagin, hetta var fyrstu ferð síðan 12. juli, at hann talaði til tjóðina um koronu (Mynd: EPA)

Emmanuel Macron helt røðu fyri tjóðini týsdagin, hetta var fyrstu ferð síðan 12. juli, at hann talaði til tjóðina um koronu (Mynd: EPA)

2021-11-10 10:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan september hevur koronapassið verið í gildi í Fraklandi, og hevur hetta verið neyðugt hjá fraklendingum at vísa, tá tey eitt nú skulu á matstovu, á venjingarmiðstøð, ella við tokinum.

Økta smittutrýstið í landinum fær nú myndugleikarnar at seta fleiri tiltøk í verk, og hetta hevur m.a. við sær, at fólk yvir 65 ár skulu fáa sær triðja prikið fyri koronu, um koronapass teirra skal vera galdandi, upplýsti franski forsetin, Emmanuel Macron í røðu týsdagin.

Hetta kravið kemur í gildi 15. desember, skrivar Ritzau.

Ein kann eisini brúka koronupass, um ein nýliga hevur havt koronu og er blivin frískur aftur, ella um ein hevur eina negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Frá mánadegnum verður eisini krav, at fólkaskúlanæmingar skulu brúka munnbind.

Macron segði at kanningar hava víst, at mótstøðuførið minkar eitt hálvt ár eftir, at ein er liðugt koppsettur, og er mann tá í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkur av koronu. Loysnin til hetta er triðja prikið, heldur hann.

Eisini heitti hann á tær seks milliónirnar, sum enn ikki høvdu latið seg koppseta, um at gera tað. Uml. 65 milliónir fólk búgva í fraklandi.

Týsdagin skrásetti Frakland hægsta smittutalið í tveir mánaðir – beint undir 12.500 tilburðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder