Uttanlands

Frakland fingið nýggjan forsætisráðharra

34 ára gamli Gabriel Attal avloysir Elisabeth Borne, sum legði frá sær í gjár – Attal er tann yngsti forsætisráðharrin sum Frakland nakrantíð hevur havt og eisini tann fyrsti opni samkyndi forsætisráðharrin í landinum

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2024-01-09 18:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland hevur í dag fingið nýggjan forsætisráðharra. Talan er um 34 ára gamla Gabriel Attal, sum hevur verið undirvísingarmálaráðharri síðan juli 2023.

Attal avloysir 62 ára gomlu Elisabeth Borne, sum legði frá sær í gjár eftir áheitan frá Emmanuel Macron, forseta, minni enn tvey ár eftir, at hon yvritók sessin. 

Borne gjørdist forsætisráðharri í mai 2022, og síðani hevur hon yvirlivað fleiri misálit. Misálit varð m.a. lagt fram í september, eftir at hon hevði trýst eina nýggja fíggjarlóg ígjøgnum uttan góðkenning frá tjóðartinginum, skrivar DR.

Nýggi forsætisráðharrin verður tann yngsti, sum Frakland nakrantíð hevur havt. Hann er eisini tann fyrsti opni samkyndi forsætisráðharrin í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder