Uttanlands

Frágreiðing: Saudiarabiski krúnprinsurin gav boð um at drepa Khashoggi

Tað var Mohammad bin Salman, sum gav boð um, at tíðindamaðurin Jamal Khashoggi skuldi drepast, vísir frágreiðing, sum Hvítu Húsini hava almannakunngjørt

Jamal Khashoggi varð dripin á Saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í oktober 2018 (Savnsmynd)

Jamal Khashoggi varð dripin á Saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í oktober 2018 (Savnsmynd)

2021-02-27 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammad bin Salman, sum góðkendi eina ætlan um at fanga ella drepa tíðindamannin, Jamal Khashoggi, og mest sannlíkt hevur hann eisini givið boðini um at fremja sjálvt drápið.

Tað framgongur í einari frágreiðing frá amerikonsku fregnartænastuni, sum Hvítu Húsini almannakunngjørdu fríggjadagin.

Krúnprinsurin hevur stóra ávirkan í Saudiarabia, og tí er tað sera ósannlíkt, at drápið skuldi verið framt, uttan góðkenning frá honum, eisini tí at krúnprinsurin tekur undir við brúk av harðskapi fyri at fáa kritikkarar í útlondum at tiga, framgongur eisini.

Jamal Khashoggi var saudiarabiskur ríkisborgari, ið var búsitandi í USA. Hann var sera atfinningarsamur móti saudiarabiska krúnprinsinum og konginum, og tað kom m.a. fram í Washington Post, har hann var fastur viðmerkjari.

Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í turkiska stórbýnum Istanbul í oktober 2018. Hann skuldi inn á konsulátið eftir nøkrum skjølum í sambandi við komandi vígsluna hjá honum og unnustuni Hatice Cengiz.

Unnustan bíðaði uttanfyri, meðan drápsmenninir bíðaðu eftir honum inni á konsulátinum. Sambært turkisku fregnartænastuni varð Khashoggi kvaldur og síðani skorin í petti.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump noktaði annars at almannakunngera frágreiðingina, sum Hvítu Húsini nú hava lagt fram.

Saudiarabiska stýrið hevur víst aftur, at 35 ára gamli krúnprinsurin, sum í roynd og veru er landsins leiðari, skal hava havt nakað samband við drápið á Khashoggi.

Sambært Ritzau hevur amerikanski forsetin, Joe Biden í vikuni tosað í telefon við 85 ára gamla Salman kong í Saudiarabia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder