Innanlands

Fráfarandi býráðslimir fingu handað heiðursbræv

Sjey takkaðu fyri seg, tá ið nýggja býráðssetan byrjaði eftir ársskiftið

2021-01-28 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri nýggj andlit eru at síggja í Tórshavnar býráð. Tað merkir so eisini, at nøkur takkaðu fyri seg, tá ið nýggja býráðssetan byrjaði eftir ársskiftið.

Í gjár var móttøka á ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði fráfarnu býráðslimunum fyri trúgva tænastu í Tórshavnar býráð.

- Tit fáa hetta heiðursbrævið fyri tykkara lut í at gera Tórshavnar kommunu til eina kommunu við trivnaði og framburði, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Sjey av teimum, ið vóru í býráðnum í seinastu setu, eru ikki í býráðnum hesuferð.

Bjørghild Djurhuus, Bergun Kass, Bogi Andreasen, Halla Samuelsen og Turid Horn vóru til móttøkuna. Marin Katrinu Frýdal og Helenu Dam á Neystabø bórust frá at møta.

[object Object]

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder