Mentan

”Fractura Nasi” kemur út á donskum

"Rejse for Livet" eitur bókin í týðing Kirstens Brix

Høgni Mohr her á einum bókatiltaki saman við Sonnu A. Dahl (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Høgni Mohr her á einum bókatiltaki saman við Sonnu A. Dahl (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-10-22 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bókin hjá Høgna Mohr, journalisti, har hann hugleiðir á eini ferð kring allar Føroyar á súkklu fyri trimum árum síðani, ”Fractura Nasi”, kemur nú eisini út á donskum.

”Rejse for Livet” eitur bókin, sum kemur út á forlagnum Amanda Books í týðing, sum Kirsten Brix hevur skrivað.

Túrurin til allar bygdur í Føroyum gjørdist til ”eina unikka ferðaskaldsøgu, ið tekur okkum inn í loynistíggir, vit ikki kendu frammanundan, ikki bara fysiskt í landinum, men eisini í sinninum, tí súkklarin hevur dirvið til at siga sína persónligu søgu eisini”, skrivar forlagið millum annað í tíðindaskrivi um bókaútgávuna.

"Rejse for Livet" kemur út 15. november. 

Á plakatini frá forlagnum Amanda Books framgongur eisini, at søgan er seld til filmsframleiðslu eisini, hóast einki framgongur meira um ta ætlanina.

Høgni Mohr er eisini aktuellur við nýggjum yrkingasavni. Tað savnið verður lagt fram í Café Paname mikudagin 30. oktober á einum útgávutiltaki, sum kaffistovan heldur saman við Gamla Bókhandli.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder